Framsíða

Menn í góðum árum tá ið eg vaks upp í fimmtiárunum. Útróðrarmenn og arbeiðsmenn. Teir høvdu verið skipsmenn við slupp, verið til lands og róð út har og heima við árabáti, stórum og smáum. Ein túr var eg við teimum við fýramannafari suður fyri Mjóvanes. Tá ið einki fekst har, róðu teir norður aftur á Sildabotnin. Slitmenn, sum nú dvaldust undir gamla neystavegginum og mintust farna tíð. Nú sáttligir menn, sum tíðliga eisini høvdu drukkið av lívsins beisku skál (sí bind 3 bls. 236 og bind 6 bls. 439).

Teirra prát leiddi meg aftur í tíð og heim, sum var fjaldur undir moldum, goymdur í skjølum og fornum lutum. Edvard, maðurin við stavinum, var frásøgumaður sum fáur. Abbin í miðjuni, sum búði saman við okkum, hevði okkum við í bø og báti, og skyldmaðurin hjá teimum báðum, Jacob Absalon, læt annan heim upp, tá ið abbin stóð undir børu. Tíðliga hevði eg dvølst við tað gamla og lagt mær í geyma orð og arbeiðslag hjá abbanum. ”Lívið, dýra undur” í øllum tí, sum farið var, strongdi á (sí bind 2 bls.39).

Kirkja, skúli og samkomuhús løgdu dag og ár til rættis. Bátar, skip, fjøra og fjøll vóru leiktjøld og leikpallurin hjá okkum. Ein ævintýrheimur á barnaárum, men kravmikil og harðbalin lívskor hjá teimum, sum vóru í manndómsárum. Og tó helst einki ímóti tíð, sum farin var, tíð við farsóttum, sjóláti og fátækradømi, tíð uttan kirkju, skúla og samkomuhús. Hvussu búleikaðust konur og menn og komu sær undan við tí lítla, sum var til at taka, og bygdu henda stað?

Martin Fjallstein, email: martin@fjallstein.dk, telefon: +4548794215. Leirvíkar bygdasøga er eisini á facebook: http://facebook.com/leirvikarbygdarsoga